Close

UNDIRVÍSINGARGONGD

LESIÆTLAN FYRI 1. OG 2. SKÚLAÁR

NÁMSFRØÐILIG MÁL 1. SKÚLAÁRIÐ
  1. Flyta heimanifrá, grundstøði
  2. Tilvitan um persónliga røkt, grundstøði
  3. Húsligar ábyrgdir, grundstøði
  4. Tilvitan um seg sjálvan, grundstøði
  5. Tilvitan um sunnan kost og rørslu
  6. Læra at brúka strandferðsluna, buss, bát vm.
  7. Grundstøði í teldulæru/samskifti, telefon, alnót, facebook v.m.
  8. 1. hjálparskeið
  9. Næmingafundir, rættindi, meiningar, ynski v.m.
  10. Útiarbeiði, urtagarðsarbeiði, v.m.
  11. Kvøldskúli, frítíðaraktivitetir v.m.
  12. Knýta vinarbond
  13. Læra nærumhvørvið at kenna
  14. Námsferð


Fakligt/læraraundirvísing 1. skúlaár:

  1. Føroyskt, lesi- og skriviroynd, at finna førleikastøðið hjá næminginum
  2. Rokning, roynd at finna førleikastøðið hjá næminginum.
  3. Søga
  4. Landalæra
  5. Samfelagsfrøði

  6. Náttúra og tøkni
  7. Bókasavn
  8. Ítrótt
  9. Heimkunnleika
NÁMSFRØÐILIG MÁL 2. SKÚLAÁRIÐ
  1. Námsferð.
  2. Tilvitan um persónliga røkt, miðstøði.
  3. Húsligar ábyrgdir
  4. Taka intiativ, ábyrgd.v.m
  5. Tilvitan um seg sjálvan, miðstøði
  6. Kost og rørsla, miðstøði
  7. Læra at kenna egið land
  8. Teldulæra, samskifti, telefon, alnót, facebbook v.m, miðstøði.
  9. Flyta út av Rásini
  10. Vitja arbeiðspláss
  11. Starvslæra


Fakligt/læraraundirvísing 2. skúlaár:

  1. Føroyskt
  2. Rokning
  3. Søga
  4. Landalæra
  5. Samfelagsfrøði
  6. Náttúra og tøkni
  7. Bókasavn
  8. Ítrótt
  9. Heimkunnleika
  10. Tónleikur/sjónleikur
  11. Støðumetan OCN



NÁMSFRØÐILIG MÁL 2. SKÚLAÁRIÐ

Fyrsta skúlaárið er á grundstøði, og seinna á miðstøði, har dentur verður lagdur á framhaldandi menning á teimum økjum næmingarnir hava verið ígjøgnum fyrsta árið. Tó verður dentur lagdur á hesi øki í seinna skúlaárið:

  • At styrkja næmingarnar í framhaldandi at fasthalda sambond
  • At læra næmingarnar at taka stig, støðu og ábyrgd
  • At læra næmingarnar at hava egna meining og grundgeva fyri henni
  • At læra næmingarnar at standa fram
  • At læra næmingarnar at halda hús, húsligar skyldur í og kring skúlan
  • At halda fram við bókfakligu undirvísingini, sum er næmingalagað.
  • Brandskeið
  • Starvslæru (Her arbeiða vit eftir at finna rætta arbeiðstilboðið til hvønn einstakan næming)
  • Útslúsing
  • Námsferð. Seinna árið er námsferð uml. apríl/mai.